26 deyð í bussvanlukku

26 fólk doyðu, og 23 fingu skaða, tá ein bussur fór út av einum fjallavegi í Meksiko og bóltaði einar 300 metrar oman ígjøgnum líðina.

Løgreglan í landspartinum Guerrero sigur, at bussurin var á veg úr býnum Tlamacazapa við fólki, sum skuldu til eitt politiskt tiltak í býnum Buenavista de Cuellar, tá vanlukkan hendi. Enn dugir løgreglan ikki at siga, hví bussurin fór útav.

Løgreglan sigur, at seks børn og átta ungdómar eru millum tey 26, sum doyðu.