257 børn fara í fyrsta flokk í høvuðsstaðnum

Í vikuni hevur verið skipað fyri innskriving av næmingum til fyrsta flokk komandi skúlaár í kommunalu skúlunum í Havn. Innskrivingin var á Reinsarínum í Tórsgøtu týsdagin og mikudagin.

 

Tilsamans byrja 257 næmingar í teimum seks stóru skúlunum í Høvuðsstaðnum. Størstur er Skúlin á Fløtum, sum er samanlegging av Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlanum. Har byrja 66 næmingar í trimum flokkum í 1. flokki.

 

Fæstu næmingar hava hug at byrja í Hoyvíkar skúla, har 20 næmingar eru uppskrivaðir til 1. flokk. Men í hinum skúlanum í Hoyvík, Skúlanum á Løgmannabreyt, eru 51 næmingar skrivaðir upp. Tað er í so nógv til tveir flokkar, og tí verða nakrir næmingar helst fluttir haðani oman í Hoyvíkar Skúla, segði Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri hjá Tórshavnar kommunu við útvarpið í gjár.

 

Býtið av teimum 257 næmingunum, sum byrja í 1. flokki eftir summafrítíðina í skúlunum í Havn sær soleiðis út:

 

Skúlin á Fløtum

66

Skúlin við Løgmannabreyt

51

Skúlin á Argjahamri

46

Sankta Frans skúli

45

Eysturskúlin

29

Hoyvíkar skúli

20

Tilsamans

257

 

Niðanfyri síggjast fleiri myndir frá innskrivingini av næmingum, sum var á Reinsarínum í Havn í vikuni.