2526 harur eru skotnar

Hesa seinastu vikuna hava líkindini at skjóta haru ikki verið nakað serlig. Bert 49 harur eru skotnar á 11 túrum.

Á facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum - er Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, komin eftir, at higartil í vertíðini eru tilsamans 2526 harur skotnar kring um í Føroyum.

 

- Hesa seinastu vikuna hava líkindini at skjóta haru ikki verið nakað serlig. Tilsamans havi eg skrásett einans 49 harur at vera skotnar á 11 túrum hesa vikuna.

 

Hann sigur, at samlaða talið, sum fráboðað er, er 2526 harur, ið eru skotnar á 165 túrum.

 

- Av hesum eru 37% skotnar á Streymoynni, 20% í Vágum, 13% í Eysturoy og 8% á Viðoynni, sigur Eyðfinn Magnussen.