2500 fólk á Summar Festivali

Danska dagblaðið BT, hevði leygarkvøldið grein á heimasíðu síni um avbrotnu konsertina hjá Bryan Rice á Summar Festivalinum, har ber m.a. til at lesa, at festivalurin var tann størsti nakrantíð í Føroyum við 2.500 vitjandi.

Í greinini ber eisini til at lesa, at Bryan Rice byrjaði spældi á stóra pallinum, áðrenn hesin varð tikin niður. Í veruleikanum spældi Rice í teltinum.