Stór vatnflóð ymsastaðni í Gudbrandsdalinum og aðrastaðni í Norra hevur elvt til, at fólk í fleiri støðum hava verið noydd at flutt heimanífrá.
Serliga er tað áín Storåa, sum er vaksin nógv av ógvusliga avfallinum, sum hevur verið, og 200 fólk á Kvam í Norður-Fron í Oppland eru flutt heimanífrá.
Eisini í Holt í Eidsvold eru 35 fólk flutt burtur, tí har verður stúrt fyri, at ein byrging kann fara, nú trýstið á hana er so stórt. Somuleiðis eru fimm fólk flutt heimanífrá í Stange í Hedmark.
Norsku myndugleikarnir hava samstundis heitt á sivilverjuna um at herða tilbúgvingina, so neyðuga hjálpin kann gevast, um vatnflóðin heldur fram við at vaksa.