Tá 24 fólk eru fastbúgvandi á eini oyggj, má tað kennast sum ein rættilig kollvelting, tá 250 ferðafólk koma til bygdar í ein dag.
Tað var hin 20. juni í ár, at arbeiðsfólk hjá Strandfaraskipum Landsins saman við makum, børnum, vinum og kenningum vitjaðu í Skúvoy. Sama dag hevði bygdin eisini vitjan av arbeiðsfólki hjá Sveisingahandlinum í Havn.
Tummas Frank Joensen, sum saman við konu síni Elisabeth hevur ból & bita í oynni, har tey eisini skipa fyri útferðum, sigur, at nógv fólk hevur vitjað í Skúvoy higartil í summar.
- Tey 250 ferðafólkini, sum vitjaðu í oynni henda dagin, fóru øll avstað aftur, men meðan tey steðgaðu, var hann sum ferðaleiðari útferð við teimum norðuri í Fagradali, har tey sóu Rannvátoft og Rannvákeldu.
Tummas Frank Joensen sigur, at nógvir bólkar hava vitjað í Skúvoy í summar, men tey hava ongantíð verið so mong í tali, sum henda dagin, tá tey tilsamans taldu 250.
- Her eru bert 24 fastbúgvandi fólk í oynni, so tað merkist, tá eitt so stórt tal av ferðafólki kemur til bygdar í ein dag, sigur fryntligi skúvoyingurin.










