250-300 hval í Fuglafirði

Grindin sum í dag legði beinini í Fuglafirði, telur 250-300 hval.

Tað sigur Karl Johansen, virkandi sýslumaður fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum.

-Seðlarnir koma út seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld, sigur Karl Johansen.

Grindin varð funnin um sjey tíðina í morgun. Tað bleiv bíðað eftir bátum og fólki á landi, áðrenn grindin bleiv hildin til.

Drápið byrjaði um níggju tíðina, og tað tók meira enn ein tíma at drepa grindina.

Karl Johansen segði við Portalin í morgun, at drápið gekk væl, hóast tað tók eina løtu, at fáa lívið av øllum hvalunum.

- Tað gongur gott. Vit brúka bara nýggja útgerð, mønustingara og kúluonglar. So vit mugu brynja okkum við toli, segði virkandi sýslumaðurin.