Tað eru ikki smápengar, sum eru upp á spæl, nú heimsins dýrasti fótbóltshandil er um at verða gjørdur.
Umframt tær 690 milliónirnar, sum Real Madrid skal rinda Manchester United fyri at keypa Cristiano Ronaldo, skal spælarin eisini hava nakað í løn.
Sambært ensku miðlunum fær Ronaldo ein lønarvøkstur upp á 100%, nú hann skiftir felag. Hetta gevur eina ársløn upp á 91 milliónir krónur ? ella við øðrum orðum 250.000 krónur um dagin.









