ÍF - HB 3-0 (1-0)
3. min. 1-0! Frank Poulsen hevur lagt ÍF á odda við brotssparki eftir bara fáum minuttum.
35. min. Tað er ÍF, sum er omaná í Fuglafirði og leiðslan er framvegis uppiborin.
42. min. Fuglfirðingar rudda burtur eftir enn eitt hornaspark. HB hevur ikki fingið nakað burtur úr mongu hornaspørksstøðum sínum.
Hálvleikur! ÍF hevur verið nærri at økja um leiðsluna enn HB hevur verið at javna, men tað eru tó gestirnir, ið hava havt bóltin mest.
48. min. Rógvi Jacobsen er ógvuliga nærvið at skorað eftir frálíkt innlegg frá Nenad Saric. Eitt fínt dømi um dystargongdina, har HB hevur bóltin mest, men ÍF veruliga hóttir, tá teir hava kjansin.
80. min. 2-0! Rógvi Jacobsen skorar móti gomlu liðfeløgum sínum, eftir at hann slapp at renna púra einsamallur við Marcin Dawid og lyftir bóltin upp um málverjan. Andy Olsen spældi Rógva Jacobsen leysan.
90. min. 3-0! Dánjal á Lakjuni hevur stútað sigurin í hús fyri ÍF!
Liðugt! ÍF vant burtur úr HB, sum als ikki kom fyri seg í Fuglafirði í dag. Harvið er stríðið um FM framvegis opið.
--
B36 - NSÍ 5-2 (4-0)
5. min. 1-0! Brima Koroma hevur lagt heimaliðið á odda tíðliga í dystinum
13. min. 2-0! Dennis Holmberg hevur skorað til 2-0 við beinleiðis frísparki.
27. min. 3-0! Brima Koroma hevur økt til 3-0. Eftir at hava trekt inn úr borðinum, royndi Brima Koroma seg við eini avlevering, sum endaði í málinum. Málið kom eftir, at NSÍ hevði trýst eitt sindur.
45. min. 4-0! Brima Koroma hevur skorað sítt triðja mál og er ikki til at stýra í dag.
Hálvleikur í Gundadali. Nú verður serstakliga trupult hjá NSÍ, tí B36 hevur higartil gjørt sítt til at halda fjarstøðuna niður til niðurflytingarmarkið.
57. min. NSÍ misnýtir brotsspark og harvið møguleikan at koma aftur í dystin.
60. min. 5-0! Bergur Midjord skorar fyri B36 og harvið er dysturin endaliga avgjørdur, hóast hálvur tími er eftir.
70. min. 5-1! Sjúrður Jacobsen hevur minkað um munin fyri NSÍ, men tíverri fyri runavíkingar er hetta alt ov seint.
80. min. 5-2! Karoly Potemkin setir brotsspark í netið. Hetta er næsta brotssparki hjá NSÍ, men fyrsta ferðin teir fáa brotsspark í netið í hesum dystinum.
Liðugt! B36 hevur vunnið stórt á NSÍ. Harvið heldur B36 fjarstøðuna niður til KÍ, men teir skulu kortini ikki kenna seg tryggar í deildini enn.
--
KÍ - 07 Vestur 2-1 (1-0)
20. min. Hjalgrim Eltør hevur lagt KÍ á odda eftir síðuskift, tá hann rak inn úr vinstru og rakti bóltin skeivt, sum tó fór í málið.
28. min. Stefan Kalsø stútar bóltin beint upp um málið í dystinum í Klaksvík, har spælið ikki hevur verið serliga sannførandi. Tað er tó heimaliðið, sum hevur átt frægastu royndirnar, so leiðslan er uppiborin.
Hálvleikur! Klaksvíkingar liva enn í vónini, tí teir hava leiðsluna í dystinum, har teir eisini hava verið betra liðið, hóast dysturin ikki er nøkur fótbóltsuppliving sum so.
60. min. Klaksvíkingar eru framvegis á odda í dystinum í Klaksvík, har Tór-Ingar Akselsen og Hjalgrím Eltør báðir hava verið leysir við málverjunum uttan at skora. Annars versnar veðrið bara í Klaksvík og umstøðurnar at spæla eru keðiligar.
63. min. 2-0! Sørmund Kalsø stútar bóltin í málið fyri KÍ eftir hornaspark. Harvið bendir alt á, at 07 Vestur verður fyrsta liðið, sum skal niður í 1. deild í ár.
80. min. Tað er lívligt í Klaksvík, har klaksvíkingar - hóast mótvind - duga betri at spæla bólt.
Klaksvíkingar hava síðani 2-0 málið lagt seg longur aftur á vøllin.
87. min. 2-1! So er spenningur aftur í Klaksvík. Gunnar Haraldsen hevur stútað 07 Vestur aftur í aftur í dystin, eftir at 07 Vestur eftir trý hornaspørk á rað, sum øll vóru vandamikil. Eina roynd stórbjargaði Jákup Mikkelsen, ein onnur varð bjargað á strikuni, men triðja royndin fór í mál.
88. min. Fýra minuttir eru lagdir aftrat.
Liðugt! Dysturin er av og KÍ vann 2-1 á 07 Vestur. 07 Vestur skapti spenning seinastu løtuna, men hetta var ikki nóg mikið og við tapinum flytir 07 Vestur niður í 1. deild. KÍ kann framvegis bjarga sær.
--
Víkingur - B68 2-0 (1-0)
30. min. Ahmed Keita, sum fekk leikbann frá FSF herfyri, hevur fingið at vitað, at hann kann spæla í dag, og er tískil á vøllinum.
44. min. 1-0! Hanus Jacobsen hevur skorað fyri Víking, eftir tók ein langan túr niðan í vinstra borði, áðrenn hann høgdi til og bólturin sat í kassanum. Eitt vakurt mál!
Hálvleikur! Málið hjá Víkingi beint fyri steðgin kom sera væl við, og fer helst at gera tað trupult hjá B68 í seinna hálvleiki.
63. min. 2-0. Finnur Justinussen hevur økt um leiðsluna eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen.
85. min. Dysturin er lítið áhugaverdur og sigurin í Gøtu hjá Víkingi tykist vera veruleiki.
Liðugt! Víkingur hevur vunnið á B68, og harvið yvirhála Víkingar B68 á stigatalvuni.
--
AB - EB/Streymur 0-3 (0-2)
10. min. EB/Streymur hevur bóltin meira á Argjum, men spælið er varligt og javnt.
17. min. 0-1! Arnbjørn Hansen hevur lagt EB/Streym á odda á Argjum eftir frísparksinnlegg.
31. min. EB/Streymur tykist sera tendrað í dag. Tvær ferðir hevur AB bjargað á strikuni, umframt at Santos hevur roynt seg við dundurskoti.
40. min. 0-2! Levi Hanssen hevur økt fyri EB/Streym eftir frálíkt álop frá gestunum.
Hálvleikur! Formsterka AB-liðið hevur tað trupult. Stór útskifting hevur verið í verjuni hjá AB í mun til undanfarnu dystir, meðan EB/Streymur koyrir væl á Argjum í dag.
61. min. 0-3! Arnbjørn Hansen hevur aftur verið framvið støðan er nú 3-0. Sundalagsmenn er bara tað betri enn AB í dag.
84. min. Framvegis 0-3 á Argjum, men sundalagsmenn hava havt sínar kjansir. Millum annað hevur Hans Pauli Samuelsen roynt seg við skoti, men Tórður Thomsen stórbjargaði.
Liðugt! EB/Streymur hevur steðgað góðu gongdini hjá AB, samstundis sum teir økja um trýstið á HB, sum tapti í dag.