25 ára starvsdagur í Miklagarði

Leygardagin 14. januar 2006 hevur Doris í Dali í Kvívík 25 ára starvsdag hjá slaktaranum í Miklagarði í SMS í Havn

Doris sigur, at hon hevur trivist sera væl, og Miklagarður er eitt gott arbeiðapláss í allar mátar við góðum samstarvi millum starvsfólk og leiðslu.
Hjá slaktaranum eru tilsamans 17 starvsfólk.

Doris er úr Kvívík, dóttir Kristinu og Erling Davidsen. Hon er gift Jens Paula í Dali úr Havn.