25 ára starvsdagur á Landssjúkrahúsinum

15. oktober 2004 hevði Niels Danielsen í Havn 25 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum.

Niels er ættaður úr Nólsoy. Hann kom til Havnar í 1977 at arbeiða hjá Pihl & Søn. Teir bygdu t.d. bygningarnar hjá Marstein og Thomas Dam á Hálsi og gjørdu eina stóra útbygging av SMS.

Síðan 1979 hevur Niels arbeitt á Landssjúkrahúsinum. Hann var í 22 ár hjá húsavørðinum, og seinastu 3 árini hevur hann arbeitt sum inniportørur á Sjúkraflutningstænastuni.

Niels livir saman við Rúnu Joensen, ættað úr Skúvoy, sum eisini hevur arbeitt meira enn 25 ár á Landssjúkrahúsinum.

Annars er Niels nógv í heimbygdini, og dámar honum væl at fáast við seyð og at velta epli.