KJ- Hydraulik er ein maskinverkstaður, sum fyrstu árini var í Fuglafirði, men síðani 1987 hevur húsast á Kambsdali.
Jón er útbúgvin maskinmeistari, hann er ættaður úr Leirvík, sonur Theodor og Elisabeth Eliassen.
Afturat leiðarastarvi hjá KJ, hevur Jón havt mong onnur álitisstørv. Eitt skifti var hann í bygdaráðnum í Leirvík, hann er nevndarlimur í Føroya Handverksmeistarafelag, og nevndarlimur í Eysturoyar Handverksmeistarafelag.
Jón er giftur við Helenu f. Samuelsen úr Havn. Tey eiga tveir synir, Filip og Bárður, sum báðir hava lokið maskinmeistaraprógv nú í summar.
Samkomuni Hebron í Leirvík hevur Jón verið dyggur stuðul, og síðan hann við familjuni fyri nøkrum árum síðani flutti til Havnar, hevur hann havt sítt andaliga heim í samkomuni Ebenezer.
KJ- Hydraulik takkar Jón fyri góða og trúgva tænastu í øll hesi 25árini við ynski um góðan byr framyvir og áhaldandi gott samstarv.










