25 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

11. juli 2004 hevði Niels Juul Akraberg Poulsen starvast hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 25 ár.

Niels Juul byrjaði sum skrivstovunæmingar á Tryggingarsambandinum Føroyar í 1979. Útbúgvingin tók 3 ár.

Í 1985-86 var hann í Danmark, har hann arbeiddi hjá tryggingarfelagnum Baltica, samstundis sum hann gekk á tryggingarháskúlanum í Rungsted Kyst og fekk sær útbúgving sum serkønur í trygging.

Heimafturkomin í 1986 arbeiddi hann serliga við bil-, ábyrgdar- og størri arbeiðstøkutryggingum.

Tá tryggingarfeløgini undir Tryggingarsambandinum vóru løgd saman til Tryggingarfelagið Føroyar í 1998, varð Niels Juul setur sum deildarstjóri fyri tryggingar á landi.

Síðan 1. mai 2004 hevur hann starvast sum deildarleiðari fyri Eysturoyarøki á deildini hjá Tryggingarfelagnum í Saltangará og sum serkønur ráðgevi fyri vinnulívið á landi.

Niels Juul er 44 ára gamal, føddur í Klaksvík. Foreldrini eru Anna, f. Sundberg, ættað úr Porkeri, og Niclas Akraberg Poulsen, føddur og uppvaksin í Akrabyrgi.

Niels Juul búði fyrst 5 ár í Klaksvík, síðan 5 ár í Runavík, og aftur 5 ár í Klaksvík, Hetta komst av pápin var politistur, og familjan flutti har sum hann arbeiddi.

Í 1975 flutti familjan til Havnar, tá pápin fekk starv á politistøðini í Havn.

Niels Juul býr í dag í Saltangará. Hann eigur fýra børn: Agnar, Turið, Anna og Sólvá.

Hóast ongin býr í Akrabyrgi, hevur familjan tilknýti til staðið og brúkar stóran part av síni frítíð í ríku náttúruni har.