Klæmint er 54 ára gamal og sørvingur. Eftir at hava tikið realskúlaprógv kom hann til Havnar, har hann fór í læru sum radiomekanikari hjá Marstein brøðrunum í Havn frá 1967-71.
Síðan fór hann til Danmarkar at lesa til veikstreymsverkfrøðing, og varð hann liðugur við hesa útbúgving í 1976.
Frá 1977-79 arbeiddi hann sum verkfrøðingur í Danmark hjá fyritøkunum Datasaab og Chr. F. Rovsing. 1. januar 1980 fekk hann starv sum verkfrøðingur hjá elfelagnum SEV í Havn, og síðan 1983 hevur hann verið stjóri á SEV og verið limur í umoðsráðnum hjá SEV.
Hann hevur verið nevndarlimur í t.d. Føroya Banka, Hitafelagnum og Fjarhitafelagnum og í P/f Vágatunnlinum, har hann var formaður.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt mest um Klæmint sum nevndarformann í Smyril Line.
Klæmint er sonur Karolinu, f. Joensen, og Petur Weihe í Sørvági. Hann er giftur við Ketty, f. Dam, úr Havn, tey eiga tvey børn: Karin, sum býr í Holbæk, og Heðin, sum býr í Havn.
Í sambandi við starvsdagin verður almenn móttøka hjá SEV við Landavegin fríggjadagin 7. januar 2005.









