25 ára starvsdag hjá Pf. Leif Mohr

25. februar 2005 hevði Berg Vatnhamar 25 ára starsvdag hjá Pf. Leif Mohr/Pf. LM Electric.

Berg starvast sum verkstaðsleiðari hjá LM Electric. Tey fyrstu árini starvaðist Berg á goymsluni, men fór seinni í læru sum goymslu- og handilslærlingur. Àðrenn hann byrjaði hjá Leif Mohr, hevði hann fingist við ymiskt fyrifallandi arbeiði.

Berg er 45 ára gamal og ættaður úr Leirvík, sonur Arna og Ninnu Vatnhamar. Tey eru 8 systkin: Óla Jákup, Absalon, Miriam, Arnborg, Andrias, Sólmay, Berg og Eyðvør.

Berg er føddur og uppvaksin í Leivík, men tá hann var 8 ára gamal flutti familian til Havnar. Hann búði í Havn, til hann varð liðugur við skúlan í 1976. Síðan gekk leiðin aftur til heimstaðin Leirvík, har hann nú býr saman við familjuni.

Berg er sera áhugaður í ítrótti, serliga fótbólti. Nú hann ikki spælir sjálvur, ger hann eitt stórt arbeiði í nevndini hjá LÍF, umframt at hann eisini hevur verið venjari hjá teimum ungu.

Við sínum lætta sinni hevur Berg stóran týdning fyri trivnaðin í fyritøkuni. Hann er altíð til reiðar at hjálpa, og við sínum dugnaskapi og arbeiðssemi hava bæði kundar og starvsfelagar stórt álit á Berg, til stóra gleði hjá fyritøkuni.

Berg er giftur við Karin Foldbo, ættað úr Leirvík. Tey eiga 3 børn: Sølvi, Arna og Gunnar.