Bjarni er 66 ára gamal og ættaður úr Hovi. Hann sigldi sum ungur og hevur eisini arbeitt í byggivinnuni í Grønlandi.
Seinastu 25 árini hevur Bjarni arbeitt sum bilførari hjá FK í miðbýnum, har hann hevur koyrt vørur út til mong húsarhald í Havn. Hann er álítandi og sera góður at samstarva við, verður sagt frá FK.
Bjarni er giftur við Katrin, sum eisini er úr Hovi, tey eiga tríggjar døtur, Margrethu, Josefinu og Elsu.