Hansa er ættað úr Rituvík og hevur búð í Saltangará í mong ár. Hon hevur arbeitt á flakavirkinum síðan 1981, so hon hevur arbeitt saman við nógvum fólki og undir ymiskum eigarum og leiðslum. Hon hevur eisini roynt tær flestu av teimum ymisku funktiónunum á virkinum. Fyri nøkrum árum síðan varð hon flutt úr flakahøllini, og tekur hon sær í dag av reingerðingini av skrivstovum v.m á virkinum.
Tá flakavirkið Lynfrost átti skip, hevði Hansa ábyrgdina av árligu høvuðsreingerðini av hesum skipum, og øðrum skipum ið høvdu Runavík sum heimahavn. Hon er røsk og arbeiðssom og dugur væl at skipa fyri.
Hansa er fødd 9. september 1950, dóttir Súsonnu (Sannu) og Hans Lamhauge í Rituvík. Hon er næstyngst av 6 systkjum.
Hansa er gift við Jóhannus Hansen, sum eisini hevur arbeitt leingi á sama arbeiðsplássi, hann hevur verið hjá Timburhandlinum í Runavík í skjótt 40 ár. Tey eiga fýra 4 døtur, Sólvá, sum býr á Skála, Erla og Hildur, sum búgva í Saltangará, og Jónvør, sum býr í Runavík. Ommu- og abbabørnini eru 8 í tali.
Hansa er ein góð omma, sum ommubørnini eru sera góð við, og teimum dáma væl at vitja ommuna og abban. Hansa er heldur ikki bangin fyri at geva eina hjálpandi hond, tá ið á stendur hjá børnum og ommubørnum.