Oddmar byrjaði á "Flyvevåbnets Specialskole" i 1980 som "konstabelelev".
Eftir tað var hann 12 mánaðir í skúla, har hann fekk teoretiska grundútbúgving sum elektronikkmekanikari.
Síðan gjørdi hann hertænastu á kommunikationsafdelingen á "Flyvestation Vedbæk frá 1981-83. Árið eftir gjørdi hann hertænastu á Flyvestation Torshavn.
Eftir at hann í 1984 fór tók sveinaroynd sum elektronikkmekanikari
í Værløse gekk leiðin til Onglands á "Marconi College", har hann fekk radaraútbúgving.
Næstu fýra árini var hann aftur í Føroyum og arbeiddi við radaranum á Flyvestation Torshavn.
Í 1989 fekk hann boðið starv á "NATO Headquarter AFNORTH " í Norra som data- og kommunikatiónsteknikari, um hann gjøgnumførdi allar útbúgvingarnar og fekk tær góðkenningar, sum hetta starvið kravdi.
Hann hevði 15 mánaðir til at fyrireika seg til starvið. Hetta gekk fyri seg í Latina í Italia á "Nato Information and Communications Systems School.
Alt gekk væl, og í 1990 kundi Oddmar taka við starvinum á Nato høvuðssætinum í Norra.
Í 1993 kom hann heim aftur til Føroya at arbeiða sum radarateknikari á Flyvestation Torshavn.
Samstundis tók hann bæði IT-tekniskar- og merkonom útbúgvingar og fekk starv sum "IT-systemadministrator". Hetta starv røkti hann til 1999, tá fekk starv á Flyvestation Bornholm, har hann arbeiddi í eitt ár.
Síðan 2000 hevur Oddmar arbeitt í Føroyum. Í dag er hann radarteknikari hjá Færøernes Kommando.
Oddmar er sonur Amandu, f. Berg, og Jógvan Kruse. Hann er giftur við Jonny, og tey eiga tvey børn, Ragnar, ið er 7 ár, og Súsonnu, ið er 4 ár.










