Til hugnaløtuna vóru nógv fólk savnaði, bæði búfólk, starvsfólk, vinir og familja hjá Ingun og umboð fyri býráðið saman við borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Tey sum hildu talu vóru Randi Kjærbæk og Lisbeth Danielsen, starvsfólk, og Ida Sørensen fyristøðukvinna á Ellisheiminum.
Borgarstjórin segði m.a. í talu síni fyri Ingun: Øll hesi árini hevur tú trúføst og áhaldandi havt títt fasta pláss í køkinum - tilsamans munnu tað vera ikki so fá tons av eplum tú hevur flust og óteljandi koppar og tallerkar, sum tú hevur vaskað upp.
Tú ber orð fyri at vera nærløgd og at gera títt arbeiði til lítar. Men tað sum serliga eykennir teg er, at tú ert so góð við títt arbeiðspláss. Á Ellisheiminum eru tey eisini ógvuliga góð við teg, og sakna teg, tá tú ikki ert til arbeiðis. Tú fylgir væl við í øllum sum fyri ferst á Ellisheiminum.
Mær er sagt frá, at tað ofta gongur lívliga fyri seg í køkinum, tí at skemta dugir tú eisini.
Eitt arbeiðspláss, har hjartarúm er, har kenslur og fjølbroytni sleppa at liva, er eitt ríkt arbeiðspláss. Tí vil eg eisini nýta høvi at ynskja Ellisheiminum til lukku við hesum degi, og ynskja at hetta framhaldandi kann vera eitt gott arbeiðspláss, har fólk trívast og mennast, segði Heðin Mortensen.