25 ára starvsdag á Christiansborg

Fríggjadagin 17. mars millum kl. 10-12 verður móttøka á Christiansborg í sambandi við, at Árni í Stórustovu, parkeringsvørður, hevur 25 ára starvsdag.


Árni er 64 ára gamal og havnarmaður. Hann hevur í búð í Keypmannahavn síðan 1974.
 
Eftir at Árni varð liðugur við realskúlan, fór hann til Danmarkar á eftirskúla.
Í 1969 yvirtók hann Kiosk Centrum eftir at mamman, sum var donsk, var flutt til Danmarkar at búgva. Handilin var serliga var kendur fyri sítt heimagjørda góðgæti sum t.d. páskaregg og marcipanbreyð av ymiskum sløgum.  
 
Í 1974 gavst Árni við Kiosk Centrum og flutti til Keypmannahavnar at búgva. Fyrstu árini gekk hann í skúla, har hann tók handilsskúlaprógv og fór seinni á hægri handilsskúla, Niels Brock. Eftir tað arbeiddi hann í timburhandli og á eini eykalutagoymslu, til hann í 1981 fekk starv sum parkeringavørður á Christiansborg, har hann dagliga ansar eftir umleið 300 bilum.
 
Árni er sonur Kims (1908-1992) og Jakke í Stórustovu (1905-1951) í Havn, sum fingu fýra synir: Kaj, sum doyði í 1946, 15 ára gamal, Viggo, Eyolf og Árni. Viggo og Eyolf eru báðir deyðir, so Árni er tann einasti, sum er eftir á lívi.
 
Árni er giftur Joslu, f. Henriksen, úr Sandavági. Tey eiga børnini: Ann, sum er 37 ára gomul og býr í Nyborg á Fyn, og Kaj, sum er 34 ára gamal og býr í Keypmannahavn. Abbabørnini eru 6 í tali.
 
Árni sigur, at honum dámar sera væl starvið. Hann kemur í prát við nógv ymisk fólk og umgongst dagliga kendar danskar politikarar.
 
Adressan hjá Árna er: Stationsvej 11, DK-4470, Svebølle, tel. +45 59293944