25 ára gamal leyp á við knívi

Sambært bretskum miðlum lógu trý fólk eftirá, og trý onnur fingu álvarsligar skaðar.

 

Bretska løgreglan váttar, at í minsta lagi trý fólk eru vorðin dripin í einum knívaálopi í lundini, Forbury Gardens í Reading, nær London. Ein maður er handtikin á staðnum.

Myndir og filmsbrot, sum hava verið at sæð í sosialu miðlunum, vísa løgreglu og heilsustarvsfólk í lundini, og her sæst í minsta lagi eisini ein tyrla, sum ger uppgávur.

Hendingin fór fram tíðliga í gjárkvøldið, og nakrar tímar eftir, at løgreglan hevði fingið fráboðan um knívaálopið, kundu tey boða frá, at tey høvdu handtikið ein brotsmann.

Løgreglan stongdi økið av og heitti á fólk um at halda seg burtur. Løgreglan veit at siga, at umframt tey deyðu, hava eisini eini trý onnur fingið álvarsligar skaðar í álopinum.

Sambært Sky News er álopsmaðurin 25 ára gamal, og tíðindastovan vil vera við, at maðurin hevur libyskan ríkisborgararætt.