25 ár síðani Perluna

Í dag eru 25 ár liðin, síðani Perlan, sum stóð við Bojsensgarð í Havn, varð tikin niður. Síðani tá hevur einki spælistað verið til lurtarar og tónleikarar

 

Perlan varð tikin niður 17. september 1983.

 

- Sostatt eru 25 ár farnir framvið í Havn uttan spælistað til lurtarar og tónleikarar. Vit fara at hava eina lítil konsert og tjak í Miðlahúsinum mikudagin 17. september 2008 kl 17.00-18.00 at minna á dagin, sigur Havnar Jazzfelag í tíðindaskrivi.