25 ár síðan Simon Spies doyði

Í dag eru 25 ára liðin, síðan víðagitni vinnulívsmaðurin Simon Spies lat lív. Her eru 10 av hansara kendastu viðmerkingum

Danin Simon Spies er kendir fyri sínar villu gerðir, tá ið hann átti ferðaskrivstovuna Spies. Her eru 10 av hansara kendastu viðmerkingum.

 

1. Neilig umrøða er betri enn eingin umrøða

 

2. Spyrt tú hvussu nógvar bilar eg eigi? Altso skal eg eisini telja Volvo bilarnir uppí?

 

 

3. Tak frá teimum fátøku og gev til tey ríku ? og landið verður ríkari. Tak frá teimum ríku og gev til tey fátøku ? og landið verið fátækari. Tey fátøku hava tað við at blaka pengarnir burtur.

 

4. Eg vinni bert 11 krónur fyri hvørja ferð, sum eg selji. Men tað blívur jú eitt sindur, tá eg selji eina millión ferðir um árið.

 

5. Hava tygum hug at verða saman við súrum og tvørum menniskjum í tygara fríðtíð, ja, so átti tygum allarhelst at valt eina aðra ferðaskrivstovu.

 

6. Tað ringast við at gera góðar handlar er at halda seg frá teimum ringu.

 

7. Eg skuldi ígjøgnum so ótrúliga nógv, áðrenn eg fann útav at loypa yvirum har sum garðurin er lægstur.

 

8. Tú byrjar við at spara 100 milliónir krónur upp, og tekur tað har frá.

 

9. Eg ynski mær ein globus í føðingardagsgávu ? í veruligari stødd.

 

10. Tað kann gott verða, at tú ikki kanst keypa kærleika fyri pengar ? men tú kanst keypa okkurt, sum minnir ræðuliga nógv um.