Í dag, 08. oktober, eru tað 25 ár síðan, at forsíðan á Sosialinum ynskti KÍ til lukku við føroyameistaraheitinum.
Yvirskriftin var: Nú kann hornorkestrið aftur spæla sigurstónar.
Fyri fyrstu ferð síðan 1972 eydnaðist KÍ at gerast føroyameistari. Henda dagin fóru teir til Gøtu at spæla ímóti GÍ í nógvum regni og vindi.
Óvist var um teir sluppu um Leirvíksfjøð vegna vind, men teir komu fram í øllum góðum.
Sambært Sosialinum var dysturin einki at skriva heim um, men GÍ var betra liðið. Úrslitið gjørdi 2-1 til GÍ.
Søgan kann lesast her