25 ár síðan fyrri Enniberg bleiv keyptur

Týsdagin 18. november vóru liðin 25 ár síðan Hildigunn og Mortan Johannesen í Havn byrjaðu við síni egnu fyritøku og keyptu trolaran Sjúrðarberg, sum fekk navnið Enniberg.

Hildigunnn og Mortan Johannesen:
Mortan hevði tá siglt sum skipari á trolaranum Skálaberg.
Fyrstu tíðina seldu tey fiskin gjøgnum Føroya Fiskasølu, men í 1986 stovnaðu tey sítt egna sølufelag, P/F Farcod.
Tá tey fingu nýggja Enniberg í 1990, bleiv tann gamli seldur til Grønlands, men seinni keyptu tey hann aftur, og hann fekk navnið Ljósafelli.
Í fyritøkuni eru trý partafeløg: P/F Enniberg, P/F Lósafelli og P/F Farcod
Mortan er er nevndarformaður og Hildigunn er stjóri í hesum partafeløgum.
Síðan 1997 hevur fyritøkan húsast í egnum bygningi á Argjum.