1. juli eru 25 ár liðin síðan Heðin Hansen fór í bilmekanikaralæru hjá Reyni Service í Hoyvík.
Eftir at hava starvast sum lærlingur, og síðani sum sveinur eina tíð, tók Heðin við sum verkstaðsleiðari.
Heðin hevur verið við í menningini av verkstaðnum øll hesi árini, eisini tá ið hugsað verður um DAF-góðkenning og TSM/Toyota góðkenning.
At Heðin er hálvur hvalbingur er einki at taka seg aftur í, tað kann viðhvørt kennast eitt sindur “ógvusligt” fyri persónin handan hornið ella hinumegin diskin, tað er tó ikki so illa meint.
Vit ynskja Heðini góðan byr og hjartaliga tillukku við teimum 25 árunum.
Heilsan starvsfelagar