25 milliónir høvdu gjørt undurverk

Hevði løgtingið játtað 25 milliónir um árið, hevði tað gjørt undurverk fyri 5000 føroyskar sjúklingar. Heilafelagið ætlar ikki, at Hans Pauli Strøm skal sleppa at doyggja í syndini

Einir 5000 føroyingar hava kroniskar sjúkur, sum føra við sær, at teir hava brúk fyri endurvenjingum í størri og minni mun.

Men allir hesir sjúklingarnir hava í nógv ár følt seg fullkomiliga sleptar upp á fjall, tí teir hava at kalla onki tilboð um endurvenjing

Men í seinasta valskeiði setti Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa eina skipaða endurvenjing í Føroyum.

Í November í fjør handaði arbeiðsbólkurin honum eitt álit við nógvum tilmælum.

Síðani er onki meiri hent, men nú ætlar Heilafelagið ikki, at landsstýrismaðurin skal sleppa at doyggja syndini og tí ætlar felagið at strongja á fyri at fáa nakað at henda á økinum.

Í hesum sambandi skipaði felagið fyri fundi herfyri, har Marjun Poulsen, sum sat í arbeiðsbólkinum, greiddi frá teimum tilmælum, tey hava latið landsstýrismanninum í álitinum um endurvenjing.


25 milliónir

Marjun Poulsen sigur, at tilmælini í álitinum eru rættiliga fjølbroytt og umfatandi og eisini hon bíðar eftir, at arbeiðið fer ígongd.

Hon sigur, at sjálvandi kostar alt pengar, men hon heldur, at fyri einar 25 milliónir um árið, høvdu vit komu rættiliga langt.

Men skulu øll tilmælini í álitinum setast í verk, fer tað at kosta meiri, men tað hava tey ikki gjørt nakrar metingar um.

- Samanborið við hvat so nógv annað kostar, er hetta í veruleikanum ikki øll verðin.

Sum støðan er nú, verða nakrir føroyingar sendir uttanlands til endurvenjingar og tað er ein ógvuliga dýr loysn og spurningurin er tí um tað í veruleikanum ikki verður peningur at spara við at fáa eitt skipað endurvenjingartilboð í Føroyum, heldur hon.

Og jú betri endurvenjingin er, jú minni verður tørvurin á innleggingum, búplássum á røktarheimum og á almannaveitingum.

- Tað er onki í vegin fyri at senda føroyingar til serfrøðingar uttanlands til endurvenjing, men trupulleikin er, at tá ið teir koma heimaftur, er ongin uppfylging yvirhøvur.


5000 føroyingar

Tilsamans eru tað einir 5000 føroyingar, sum hava brúk fyri endurvenjing í størri ella minni mun.

Talan er um fólk við gikt og øðrum, varandi sjúkum og talan er um fólk, sum meiðsla seg í vanlukkum.

Somuleiðis eru tað ímillum 100 til 120 føroyingar um árið, sum fáa heilabløðing ella blóðtøpp í heilan og av teimum hevur helvtin brúk fyri endurvenjing.

Ein fittur partur av hesum fólkum eru sjúklingar í arbeiðsførum árum og umframt at vera eitt svárur trupulleiki hjá teimum sjálvum, er tað eisini ein stórur missur fyri samfelagsbúskapin, at teir ikki kunnu fáa endurvenjing, so at teir sleppa aftur í samfelagið at liva og virka.

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógva endurvenjing, hesir sjúklingar hava brúk fyri.

- Summi hava bara brúk fyri at endurvenja ávísar førleikar. Hjá summum er talan um lívslanga endurvenjing.

Summir av hesum eru lammaðir og fáa ikki tosað, men bara nakað so einfalt og lítilátið sum at sleppa til talilærara er ein slík Kanossaferð hjá mongum, at tey gevast á leiðini


Ynskja sær blóðtøpp

Møguleikarnir fyri at fáa endurvenjing eru so vánaligar, at á fundinum, sum Heilafelagið skipaði fyri, var tað ein, sum beiskliga helt fyri, at tað er nógv fyri, at man skal ynskja sær at fáa blóðtøpp fyri at fáa nakrar sømdir í føroyska heilsuverkinum.

Spurningurin er so bara, nær tilmælini í álitinum kunnu setast í verk.

Marjun Poulsen heldur, at skal nakað koma á skaftið, verður tað neyðugt at lata ábyrgdina upp í hendurnar á ávísum fólki, sum fær hetta øki at arbeiða við meir ella minni burturav.

- Hetta er so umfatandi, at landsstýrismaðurin sjálvir, ella umsiting hansara, hava ongan møguleika at arbeiða við hesum afturat teimum vanligu uppgávunum, tí so fer onki at koma burtur úr.

- Tí verður neyðugt at starvsfólk meiri ella minni burturav fáa til arbeiðis at skipa tilmælini í álitinum.


Miðstøð í Suðuroy og í Klaksvík

Og álitið, sum landsstýrismaðurin nú hevur fingið at arbeiða við, er rættiliga umfatandi.

Ì fyrsta lagi verður mælt til, at tað beinleiðis verður ásett, at øll, sum hava tørv á tí, skulu hava beinleiðis lógarásettan rætt til endurvenjing og venjing til at varðveita teir førleikar, tey hava.

Marjun Poulsen sigur, at ein hugsan er, at gera sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy til venjingarmiðstøðir.

Og nú nýtt ellis-og røktarheim verður bygt í Vági, kann ein partur av ellis-og røktarheiminum á Tvøroyri brúkast til at hýsa fólki, sum eru á sjúkrahúsinum til endurvenjing.

Men mælt verður eisini til at skipa fyri endurvenjing undir Nærverkinum, so at venjing kann fara fram úti í teimum ymsu økjunum.