25 mótmælisfólk skotin í Jemen

Trygdardeildirnar í Jemen løgdu ikki fingrarnar ímillum, tá tær spjaddu eina mótmælisgongu í høvuðsstaðnum Sanaa í dag. Hermenninir skutu við skørpum inn í mannamúgvuna, og vælvitandi keldur siga, at í minsta lagi 25 mótmælisfólk lógu eftirá.

Sum skilst vóru fleiri túsund fólk í miðbýnum í Sanaa og mótmæltu Ali Abdullah Saleh, forseta og stýri hansara. Sagt verður, at mótmælisgongan var tann størsta, síðani mótmælini byrjaðu í februar.

Jemenska verjumálaráðið skrivar á sínari heimasíðu, at mótmælisfólk brúktu brandbumbur og settu eld á ein løgreglubil. Teir almennu fjølmiðlarnir siga, at tað vóru ikki hermenn, men vápnaðir mótsstøðumenn, sum skutu eftir mótmælisfólki.