25. juli. Jákupsdagur. Dagurin verður hildin til minnis um tann ápostulin, sum verður róptur Jákup tann Eldri. Hann var sonur Sebedeusar og bróðir Jóhannesar. Hann var tann fyrsti av ápostlunum, sum varð tikin av døgum fyri trúgv sína (Ápostlasøgan 12, 1-2).
(Axel Tórgarð, Dagar og nøvn í Álmanakkanum)