25 hval løgdu beinini við Norðskála

Tað var á midnátt at grindin legði beinini, eftir eitt væleydnað dráp. Lítla grindin var annars ikki heilt so nem at fáast við

Grindin varð funnin út fyri Tjørnuvík um 21-tíðina í gjárkvøldið. Mett var beinanvegin, at grindin taldi umleið 30 hval, og tá hon hevði lagt beinini tríggjar tímar seinni var greitt, at hetta skotið ikki var heilt av leið. Tí tá alt var talt saman vísti tað seg, at talan var um 25 hval.


Kavaði illa

Tað gekk ikki heilt sum ætlað at reka grindina. Lítli flokkurin av hvalum kavaði illa, og tískil var ringt at fáa rakstur á hana. Ikki var gjørligt at reka hana inn á Tjørnuvík, eins og gjørt var við aðra grind fyrr í ár, tá brimi var so ógvusligt har.

Rákið passaði heldur ikki heilt, og tí var neyðugt at bíða eftir kyrrindum áðrenn grindin kundi haldast til við Norðskála. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa lítla hvalaflokkin at gera landgongd, so hvalirnir komu inn í smærri bólkum í fleiri umførum.

Sjálvt drápið gekk tó ógvuliga væl.


Stórir hval

Eftir væleydnaða drápið skuldi grindin fáast upp á turt. Tá var tað, at kranin streykaði eina løtu og tí gekk hetta heldur ikki so skjótt sum ætlað. Men upp á turt komu teir so, og hóast hvalirnir vóru fáir so vóru teir kortini stórir. Hálvgum seks í morgun var liðugt at merkja, og sambært sýðslumanninum gjørdist tað tilsamans 201 skinn. Klokkan tíggju komu seðlarnir út.