Tað gongur væl at reka grindina, ið varð funnin fyrr í dag norðanfyri Viðoynna, inn á Hvannasund.
Jóan J. Heinesen, ein av grindaformonnunum í Viðareiði, er umborð á einum á bátunum, ið er hjá grindini. Fyri in.fo upplýsir hann, at fleiri bátar nú eru komnir at hjálpa.
- Vit eru komnir inn á fjørðin og nærkast nú bygdini. Tað verður nokk ein tími aftrat áðrenn vit vera har, men her eru 25 bátar, harav nakrir skjóttgangandi, so tað gongur væl. Grindin svimur í tveimum bólkum, men nú trúgvi eg ikki, at hon sleppur, sigur Jóan J. Heinesen.
Mett verður, at grindin er um einar 200 hval.