Lívini hjá milliónum av menniskjum broyttist 3. oktober 1990, tá Vesturtýskland og Eysturtýskland, aftaná 45 ár sundurbýtt, endiliga vórðu samlað saman aftur í eitt ríki.
Dagurin varð hátíðarhildin í Frankfurt í gjár, har millum annað týski forsetin, Joachim Gaucker, týski kanslarin, Angela Merkel og forsetin í ES, Jean-Claude Juncker, fluttu fram røðu á hesum søguliga degi.
Løtan var eyðmerkt av, at røðararnir ikki einans hugleiddu um gamlar dagar og sigrar, men rættaðu fokus á dagsins støðu, har Týskland stendur frammanfyri stórum avbjóðingum av flóttafólkastreyminum. Serliga var tað røðan hjá týska forsetanum, ið vakti ans, tá hann viðgjørdi evnið, ið fyllir so nógv í hesum døgum.
- Eins og í 1990 standa við frammanfyri eini avbjóðing, ið fer at ávirka fleiri ættarlið. Men í mun til tá, so er tað nú nakað, ið skal vaksa saman, ið higartil ikki hevur hoyrt saman, segði týski forsetin í røðu sínari og legði aftrat.
- Í dag hátíðarhalda vit tað dirvi og sjálvsálit, ið vit høvdu tá. Latið okkum brúka hetta minnið sum eina brúgv. Í 1990 settu vit okkum eisini hendan spurning: Megna vit hesa avbjóðing? Heldur ikki tá kundu vit læra av søguni. Men hóast tað, so tóku fleiri milliónir av týskarum við avbjóðingini at sameina okkum.
Tað var aftaná Annan Veraldarbardaga, at teir sameindu avgjørdu at býta Týskland upp í fleiri partar. Í fleiri ártíggjund var Berlinmúrurin kendasta symboli á sundurbýtingina av týska fólkinum. Eysturtýskland var kent sum DDR, ið er ein stytting fyri Deutsche Demokratische Republik, meðan Vesturtýsklandi kallaðist BRD, Bundesrepublik Deutschland.