Júst sum í Føroyum, so er stórur eftirspurningur eftir gistingarmøguleikum á Svalbard í samband við sólarmyrkingina.
Øll hotellrúm vóru rivin burtur longu í 2008, men enn er gjørligt at fáa sær innivist í gistingarhúsum í tíðini um 20. mars. Tó so, prísurin er væl hægri enn vanligt, nevniliga. Pakkatilboðið fyri fýra nætur kostar 24.000 krónur ella heili 6.000 krónur fyri eina nátt. Vanligur prísur fyri sama kamar er 700 krónur náttina.