Í morgun byrjaði afturvendandi tiltakið hjá Tórshavnar kommunu, »Ung í arbeiði«.
Hetta er ein aktiveringsætlan fyri tey 14 til 16 ára gomlu, sum sleppa at arbeiða tvær vikur í summarfrítíðini. Talan er um slíkt arbeiði, sum annars ikki hevði verið gjørt, og sum ikki tekur arbeiði frá øðrum.
Ung í arbeiði strekkir seg yvir fýra vikur við tað, at tey útvaldu verða býtt upp í tveir bólkar, har fyrri bólkurin arbeiðir í fjúrtan dagar, og hin seinni síðani tvær tær seinnu vikurnar.
240 ungdómar tilsamans eru við í Ung í arbeiði, men munandi fleiri meldaðu til. Eftir einari úttøkuskipan vórðu so hesi 240 vald út.
Hesaferð verður fríðkað fram við vegunum í býnum, og tað verður í høuðsheitinum talan um at lúka ókrút og líknandi.
Talan er um sjey leiðarar, sum hvør hava átta ungdómar knýttar at sær. Harumframt eru bólkar sendir í barnagarðar og vøggustovur, eins og nøkur hjálpa til hjá Skógøktini.
Hetta er kærkomin møguleiki hjá teimum ungu at forvinna sær eitt oyra, nakað, sum tey annars neyvan høvdu havt møguleika fyri.
Ung í arbeiði byrjar sum nevnt í dag og heldur fram í tvær ferðir tvær vikur.
Tey ungu savnaðust í Perluni i morgun og fingu at vita, hvar teirra uppgávuøki er. Jens Kristian Vang tók hesa myndina.