240.000 OL-atgongumerki givin burtur

Nógv fátøk børn í Rio de Janeiro fáa ókeypis atgongumerki til OL

Í nátt varð OL tjóvstartað, tá ið fótbóltskvinnuliðini hjá Suðurafrika og Svøríki hittust til dyst. Trupulleikin var bara tann, at leikvøllurin á olympiska leikvøllinum í Rio de Janeiro var gapandi tómur.

 

Fyri at sleppa undan einari slíkari støðu aftur hava fyriskipararnir av olympisku leikunum valt at geva ikki færri enn 240.000. atgongumerki burtur til ymisk skúlabørn í Rio de Janeiro. Atgongumerkini fevna um ymsar kappingar í ymsum ítróttargreinum, ið eru umboðaðar í OL. Tað skrivar danska DR.

 

Fyrireikararnir av OL hava upplýst, at 80% av teimum 7,5 milliónunum av atgongumerkjum til olympisku kappingarnar eru seld. Tað gongur tó ikki væl at finna áskoðarar til tær ítróttargreinirnar, sum ikki eru serliga væl umtóktar ímillum fólk í Rio - t.d. golf, rugby og íshockey.

 

Tískil verða heili 240.000. atgongumerki givin burtur til børn við skerdum rættindum. Hesi børn hava frammanundan tikið lut í ymsum undirvísingarátøkum, sum hava verið fyriskipað í samband við olympisku leikirnar.

 

- Dýrastu atgongumerkini eru seld, og tí hava vit ráð at geva nøkur atgongumerki burtur, sigur Mario Andrada, sum er samskiftisstjóri fyri Rio 2016.