24 tímar og fult skip

Fyrr í vikuni kom Christian í Grótinum søkklaðin á Klaksvík. Við 2.000 tons av svarkjafti, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi vestanfyri Írland

Dánjal Højgaard


Túrarnir eru stuttir, nú svartkjafturin er fyri. Teir fóru úr Føroyum hósdagin í síðstu viku, fyltu lastina eftir einum samdøgri og vóru aftur í Føroyum mánadagin.

Christian í Grótinum hevur bíðað eftir tørni, at avreiða hjá Havsbrún í Fuglafirði. Teir væntaðu at sleppa framat á miðdegi í gjár.

Prísurin í Føroyum er í løtuni 50 oyru kilo. Hann hevur verið betri fyrr. Í 1998 t. d. var meðalprísurin fyri svarkjaftin nærum tvífalt so høgur - 95 oyru kilo.

Tað tekur umleið líka langa tíð at tøma Christian í Grótinum, sum at fylla hann. Tá ið tey tvey túsund tonsini eru landaði verður farið beina kós aftur á svartkjaftaleiðirnar fyri sunnan.

Hetta er besta fiskitíð til svarkjaftin, sum verður fingin bæði í ES-sjógvi og altjóða sjógvi. Svartkjafturin gongur norðureftir og kemur seinni í føroyskan sjógv.