24 ára gamla Signa: Eg vildi eiga barnið heima

24 ára gamla Signa Kallsoy Joensen og sjeikurin Jenus í Trøðini í Signabø eiga tvey børn; tvey ára gamla Ólav og 11 mánaðar gomlu Elisu.

 

 

Tá Signa skuldi eiga Elisu í apríl mánaði í fjør, tóku tey eina heldur alternativa avgerð. Ístaðin fyri at koyra á føðideildina í Havn, tá Signa fekk verkir, so kom ljóðsmóðurin heim til teirra, har gjørt var klárt til at Signa kundi eiga barnið heima. 

 


Signa greiðir frá, at tá hon segði ljóðmóðurini, sum hon var knýtt at, at hon hevði ætlanir um at eiga heima, so var hon við uppá hugskotið við tað sama. Hon hevði enntá roynt at eiga heima sjálv, so hon kom við nógvum góðum ráðum til foreldrini.

 

 

Hon vitjaði heimið hjá Signu og Jenus, og har tosaðu tey saman og løgdu ætlanir fyri, hvussu føðingin skuldi fara fram. Seinni hjálpti ljósmóðurin eisini Signu at finna føðikarið, sum hon skuldi eiga í.

 

 

-Tað er ikki gjørligt at eiga børn í vatni á Landssjúkrahúsinum, og eg vildi eiga í vatni. Tað er høvuðsgrundin til at eg valdi at eiga heima, sigur Signa.

 

 

-Upplivingin aðru ferð var nógv minni stressandi og eg kendi meg meiri avslappaða. Eg skuldi ikki hugsa um at taka nakað við mær í bilin og síðani at skula út at koyra. Eg hugsaði bara um at koma ígjøgnum verkirnir. Tá man ikki er stressaður, so fær man ikki líka ilt, og kroppurin slappar av, sigur hon.

 

 

Tá føðikarið var klárt, fór Signa í karið, og fekk hugsavna seg um verkirnar. Hon greiðir frá, at tá tú liggur í vatni, fært tú ikki líka ilt av verkjunum, tí vatnið doyvir pínuni náttúrliga, av tí at tað ikki er líka nógv vekt á lendunum. Eisini er lættari at flyta seg í vatni, tá man hevur verkir, og tað hjálpir við at fáa barnið niður gjøgnum føðikanalina.

 

 

-Eg vil viðmæla øðrum at gera tað sama, um ein er tryggur við tí.  Ofta halda fólk, at man er tryggari á sjúkrahúsi, enn man er heima, men gongur okkurt galið heima, so hevði tað eisini gingið galið á sjúkrahúsinum, sigur hon.

 

 

Til ber at lesa alla greinina í Sosialinum, sum var á gøtunum í gjár.