Føroyska judolegendan, Búgvi Poulsen hevur júst endurtikið bragdið, ið hann framdi fyri 24 árum síðani á oyggjaleikunum á Gibraltar.
Fyri løtu síðani vann Føroya fremsti judoka aftur gull her í høllini á Gibraltar í sterka vektbólkinum undir 81 kilo, ið hevði 17 luttakarar.
Hetta er fimta oyggjaleikagullið hjá Búgva Poulsen, ið eisini vann á Isle of Wight í 1993, í Álandi 2009 og bæði liðkappingina og einstaklingakappingina á Gibraltar í 1995
Meira á in.fo seinni