Mahmoud Abbas verður tað almenna valevnið á palestinska forsetavalinum í januar
Val 
Árni Joensen
fartekst@mail.dk 
Tá Yasser Arafat doyði, bleiv fyrrverandi forsætisráðharrin Mahmoud Abbas valdur til nýggjan formann í PLO, og nú er avgjørt, at hann skal stilla upp til palestinska forsetavalið. 
Men sambært einari veljarakanning, sum lærdi háskúlin í Nablus hevur gjørt, ætla bara 24 prosent av veljarunum at geva Mahmoud Abbas krossin. Sama kanning vísir, at teir flestu palestinararnir halda ikki, at hann er førur fyri at taka við palestinsku leiðsluni eftir Arafat. 
Heldur ikki Ahmed Qurie, forsætisráðharri, er høgt í metum ímillum palestinar. Bara fýra prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri honum, stillar hann upp til forsetavalið, og 56 prosent halda heldur ikki, at hann er egnaður at vera forsætisráðhari. 
Kanningin hjá lærda háskúlanum í Nablus avdúkar eins og ein kanning í sep-tember, at tann fongslaði Fatah-leiðarin Marwan Barghouti er betur umtóktur enn teir leiðandi politikararnir. Barghouti situr í fongsli í Ísrael, men tað ljóðar, at hann ætlar at stilla upp kortini. Í september søgdu meiri enn 50 prosent av palestinunum, at tey vildu hava hann at taka við eftir Arafat.










