24 mió inn – 40 út

Sjóvar kommuna: Á seinasta bygdaráðsfundi samtykti bygdaráðið fíggjarætlanina fyri 2008.

Sambært hesi verður eitt hall uppá 18 mió krónur komandi ár, hóast inntøkurnar verða mettar til 24,3 mió krónur. útreiðslurnar verða mettar til 40,3 mió og rentur og avdráttir til góðar 2 mió. Størsta einstaka útreiðslan er tann omanfyri nevnda, nevniliga útbyggingin av Stranda skúla. Skattaprosentið hjá íbúgvunum í kommununi er 21,5 mió og barnafrádrátturin 4.500 krónur.