Arbeiðið at bora ein vatntunnil úr Skálagjógv og suður ímóti Selatrað hevur sum heild gingið eftir ætlan. Tað sigur Elfelagið SEV, nú fyrsti kilometurin er boraður. Hin fyrsti kilometurin av tilsamans 8,4 er nú lagdur aftur um, síðan borurin varð settur í fjallið hin 9. september.
- Eftir ymiskar byrjunartrupulleikar er nú ferð av álvara komin á boringina. Í miðal verða einir 30 metrar boraðir um samdøgnið. Tá tað hevur gingið best, eru út við 60 metrar lagdir aftur um eftir 24 tímum. Miðað verður eftir at bora í minsta lagi 600 metrar um mánaðin.
Tað sigur SEV á síni heimasíðu í dag.
Eiði 2 Suður-samtakið, sum byggifeløgini MT Højgaard og J&K Petersen mynda, stendur fyri arbeiðnum, sum eftir ætlan skal verða liðugt í mars 2013.
- Arbeitt verður í tveimum vaktum seks dagar um vikuna, og tilsamans eru 24 mans knýttir at arbeiðnum.
SEV sigur, at vatntunnilin, sum er 3,35 metrar í tvørmát, skal savna meira vatn úr áum á vestursíðuni av Eysturoynni til Eiðisverkið.
- Útbyggingin fer at økja um vatnorkuna hjá Eiðisverkinum við umleið 16 miljónum kilowatt-tímum. Tøka orkan hjá verkinum í løtuni er 40 miljónir kilowatt-tímar.
SEV sigur, at úr tunnlinum skulu eisini borast einar 26 slokur upp til áarinntøkini. Hesar slokur verða 60 sentimetrar breiðar og í onkrum føri upp í 60 metrar langar.
- Arbeiðið at gera sjálv áarinntøkini verður boðið út fyrst í nýggja árinum, og ætlanin er at fara undir hetta arbeiði næsta summar.
SEV sigur, at samlaði kostnaðurin av Eiði 2 verkætlanini og tilhoyrandi útbygging verður einar 150 miljónir krónur, og arbeiðið verður fíggjað við lántøku og eginpeningi.