24. desember verður serligur í ár

Mirjam Pætursdóttir eigur eina av heilt kendu radiorøddunum í Føroyum, men sum lítil droymdi hon um at blíva politi. Hon elskar veturin og gleðir seg serliga nógv til jólini í ár

Hvat starv droymdi tú um sum lítil?

Eg vildi antin verða politi ella lærari. Eg sang og dansaði eisini
ótrúliga nógv og tók tað altíð uppá kassettoband ella video, so tað var eisini ein dreymur, men eina ella aðra staðni visti eg, at eg ikke fór at liva av tí. Fyri tað ikki skal verða heilt lygn, so plagdi eg eisini viðhvørt at spæla at eg var útvarpsvertur og hevði eina sending har fólk kundu ringja inn, og tað var so beiggi mín, sum ringdi og tosa við ymsum røddum. Og tað bleiv sjálvandi eisini tikið uppá.


Hvussu var tað at hoyra tína egnu rødd í radio fyrstu ferð?

Løgi. Eg byrjaði at hava Ynskiløtuna á Rás2 fyri áleið 5 árum síðani og tá eg hevði haft mína fyrstu sending fekk eg eitt eintak heim við á fløgu, so eg sjálv kundi hoyra hvussu eg ljóðaði og hvat eg skuldi skuldi gera betur og hvat eg annars skuldi og ikki skuldi siga. Men ein venur seg skjótt við at hoyra seg sjálvan (tíbetur) ;)


Hvat er tað besta við starvinum?

Tað besta er at ongin dagur er líka! Og at ein hevur rættliga fríar
teymar. Tá eg t.d. skal hava eina morgunsending, so avgeri eg sjálv hvat eg havi hug til júst tann dagin. Eisini er tað gott, at ein hevur fleiri ymiskar uppgávur. Eg havi ymsar sendinger, eri tøkningur, geri lýsingar og havi eisini roynt meg við kykmyndum. Eg havi starvast á Rás2 í áleið 5 ár og ikki EIN dag havi eg kett meg. Tíðin gongur altíð skjótt. Tað merkir nokk, at man trívist væl.


Hvør árstíð er hin besta og hví?

Tað er veturin. Fyrst av øllum tí at tá eru jól. Eg elski jól og allan desember mánað sum hann er. Eisini haldi eg at myrkri er so hugnaligt. Tað má verða ræðuligt at búgva í Føroyum, og ikke dáma veturin. Og so sjálvandi eru tað færri flogkykt tá og ikki minst vespur!


Hvat er tín lívrættur?

Eg eri rættliga kræsen, so eg eti ikke so fjølbroyttan mat. Haldi at ein av mínum yndisrættum er ræst kjøt. Eisni er ein piparbúffur ótrúliga góður av og á. Og so milliónbúffur, sum mamma ella eg geri sjálv við ongum grønertrum, piparfrukt, mais ella nøkrum sovornum tvætli í.


Dugir tú væl at gera mat?

Av tí at eg eri so kræsen, so experimenteri eg ikke so nógv við mati, men annars ligger hampuliga væl fyri at gera mat. Sjeikurin hevur so í øllum førðum ikki klaga, hehe..


Hvussu heldur tú teg í form?

Eg haldi meg í form við at venja 5 til 6 ferðir um vikuna í Yndi Fitness. Eg arbeiði eisini sum instruktørur har og undirvísi í m.ø. spinning, sirkulvenjing o.s.v. Eg havi eina søta tonn, og eti alt og nógv bomm, sjokolátu og køkur, so eg eri noydd at venja so nógv, sum eg geri


Lesur tú nógv?

Nei, tað er synd at siga. Tá dámar mær betur at hyggja efter einum góðum filmi ella onkrari sendirøð. Tann seinasta bókin eg læs er ”Confessions of a Shopaholic – Shopaholic and baby” og hana læs eg fyri áleið einum ári síðan.


Hevur tú húsdjór?

Ja, verðins fittastu tík. Ein chihuahua sum er 5 ár og eitur Nala.


Hvat gleðir tú teg mest til?

Beint nú er nokk eingin ivi um hvat eg gleði meg mest til - 24. desember. Tá skulu sjeikurin og eg verða foreldur fyri fyrstu fer. At tað so eisini er jólaaftan, er bara eitt pluss.


Verður tú eisini radiovertur um 10 ár?

Man skal ongantíð siga ongantíð. Tað kann eisini verða at eg geri okkurt heilt annað tá. Men um man hevur slept miðlaverðini heilt tá, er ringt at siga nú.