23.228 nýggir tilburðir í Danmark

Smittutølini í Danmark veksa við nógvari ferð, og seinasta samdøgrið eru skrásettir heili 23.228 nýggir tilburðir við koronu.

 

Statens Serum Institut, sum almannakunnger smittutølini í Danmark, sigur, at ein orsøk til stóra talið seinasta samdøgrið kann vera, at fleiri hava latið seg kannað, nú jólini eru løgd afturum.

 

Bæði fyri og eftir jól hava langar bíðirøðir verið á kanningarstøðum, og seinasta samdøgrið setti Danmark so aftur nýtt met í smittu - við 23.228 nýggjum tilburðum.

 

Talið av innløgdum við covid-19 er seinasta samdøgrið eisini vaksið við níggju - og upp í 675, sum er talið av innløgdum á donskum sjúkrahúsum í dag. Fleiri nýggir sjúklingar eru innlagdir, og fleiri eru útskrivað.

 

- Seinasta samdøgrið er 16 fólk deyð við covid-19 í Danmark, men upplýst verður ikki, um hesi vóru innløgd, og um talið av deyðum tískil ávirkar talið av innløgdum, veit Ritzau at siga í dag.