Almannaverkið hevur undirskrivað ein 10 ára leigusáttmála við Sp/f FS Holding, sum letur bygningin byggja. FS Holding eigur eisini bygningin á Smyrilsvegi 14, har nýggj høli eru innrættaði til miðstøð fyri hjálpartól og endurvenjing. Stutt er millum bygningarnar og tískil fara bygningarnir at virka sum ein eind, við felags móttøku á Staravegi.
Sáttmálin við FS Holding tryggjar Almannaverkinum góð og trygg hølisviðurskifti í nógv ár framyvir. Leigukostnaðurin uppá 1100 krónur fyri fermeturin er fastlæstur í sáttmálatíðarskeiðnum og harafturat verða útreiðslurnar til leigu og rakstur av nýggja bygninginum væl lægri fyri Almannaverkið um árið, enn útreiðslurnar til verandi høli á Smyrilsvegi 20, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Almannaverkið hevur í longri tíð arbeitt við eini varandi hølisloysn. Verandi høli eru góð, men bygningurin er ikki gjørdur til so nógv starvsfólk, sum starvast í Almannaverkinum. Trongu umstøðurnar hava við sær trupulleikar við eitt nú luftskifti og órógvandi ljóði, so fyri starvsfólkið verður nýggi bygningurin á Staravegi eitt frambrot, sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum.
Almannamálaráðið og Landsverk hava tikið undir við ætlanini og góðkent sáttmálan. Bygningurin verður eftir ætlan innilokaður í fyrra hálvári í 2016.










