2.300 áskoðarar til dystin á Tórsvølli millum TB og ÍF

TB vann stórsigur - uttanfyri vøllin á ólavsøku

2.300 áskoðarar, tá eru ung undir 17 ár eisini tald við.

 

Hetta stóra áskoðaratalið kann ein sera fegin og errin formaður í TB, André Dalfoss staðfesti dagin eftir undirhaldandi ólavsøkudystin á Tórsvølli millum TB og ÍF, ið ÍF vann 2-1.

 

TB fekk einki stig, men kærkomnar inntøkur, og bæði TB-leikararnir og ÍF-leikararnir fingu eina minniliga uppliving frammanfyri einari stórari áskoðarafjøld.

 

- Hatta var gott og stuttligt fyri okkum i niðara enda á  stigatalvuni. Ein ógloymandi løta, sigur André Dalfoss.

 

Um HB og B36, sum tað sær út nú aftur vinna seg í Evropa komandi summar, og vera aftur upptikin í Europa Conference League verður aftur møguleiki hjá liðum uttanfyri Havnina at spæla dyst á Tórsvølli á ólavsøku.