230 nýggir smittutilburðir í Danmark

Í pørtum av Keypmannahavnarøkinum og í Odense kommunu eru nú nýggjar og skerpaðar treytir galdandi fyri, hvussu mong kunnu savnast, og hvussu leingi matstovur og barrir kunnu hava opið.

 

Danir hava nú í eitt samdøgur fingið staðfest 230 nýggjar smittutilburðir við korona-virus, upplýsir Statens Serum Institut (SSI). Danir skulu heilt aftur til hin 25. apríl fyri at finna eitt samdøgur, har talið av smittutilburðum í eitt samdøgur var oman fyri 200. Men, tað hoyrir eisini við upp í søguna, at nógv fleiri verða kannað fyri korona-virus nú, enn tað vórðu í apríl.

Talið av innleggingum í Danmark vegna covid-19 hevur eisini gjørt eitt rættiligt lop upp eftir seinastu dagarnar. Sunnudagin vaks talið av innleggingum nevniliga úr 16 og upp í 27, og mánadagin løgdust aftur tvey aftrat talinum, soleiðis at 29 fólk nú eru innløgd vegna covid-19. Talið av sjúklingum á intensivari deild er minkað við einum niður í trý og talið av fólki, sum liggja í respirtor, er minkað við einum niður í tvey. Ein nýggjur deyðstilburður er staðfestur.

Í seinastuni eru tað serliga Odense og partur av Keypmannahavn, sum eru hart rakt við smittu. Odense kommuna hevur soleiðis seinastu sjey dagarnar havt eitt smittutal, sum svarar til 60,7 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Í pørtum av Keypmannahavn hevur smittutalið ligið millum 50 og 60 fyri hvørar 100.000 íbúgvar.

Í samband við versnaðu covid-19 støðuna í Odense kommunu og pørtum av Keypmannahavn, eru nú nýggjar skerpingar galdandi í sjúkuraktu økjunum. Talið av fólki, sum kunnu savnast, er minkað úr 100 niður í 50, og matstovur og ølstovur skulu lata aftur á midnátt í staðin fyri klokkan 02. Skerpaðu treytirnar eru galdandi fyri 17 høvuðsstaðarkommunur og Odense kommunu.