23. september er stóri føðingardagurin

Fleiri føroyingar verða fødd­ir um heystið enn um várið. Flest hava føðingardag tann 23. september, meðan fæst hava føðingardag tann 20. februar. Hetta vísir ein uppgerð úr lands­fólka­yvir­litisskránni.
Landsfólkayvirlitisskráin er ein av teim føroysku grund­­skráunum, sum verð­ur umsitin av Um­hvørvis­stov­uni, og av og á verða ym­isk hagtøl av almennum áhuga tikin úr skránni. Tann 8. februar í ár gjørdi Um­hvørvisstovan eina støðu­mynd av, hvørjar dagar í ári­num føroyingar eru fødd­ir. Henda dagin vóru 48.186 skrásett at búgva í Før­oy­um.
Um javnt var býtt, høvdu 132 føroyingar havt føð­ingardag hvønn dag. Men soleiðis er ikki. Hagtølini vísa nevniliga, at munandi fleiri føroyingar verða føddir um heystið enn um várið. Flest verða fødd í seinnu helvt av september og fyrru helvt av oktober. Og fæst verða fødd í mars mánaði.
Um hugt verður eftir, hvørj­um degi fæst fólk eru fødd er tann 20. februar dag­urin, við einans 90 føð­ingar­døgum. Dagurin, har flest fólk í Føroyum fylla, er tann 23. september. Tá hava ikki minni enn 189 fólk føð­ingardag, og hetta er væl meira enn dupult so nógv sum 20. februar.
Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Um­hvørvis­stovuni www.us.fo