23. árið við skótahjálp

Leygardagin byrjar skótahjálpin 2006. Hetta er 23. ár á rað við skótahjálp í Føroyum, og í eina viku fara umleið 1000 skótar at ganga hús úr húsi at hjálpa fólki og savna pengar inn


Teir pengar ið skótarnir savna inn vera býttir í tríggjar partar. Ein partur fer til eina føroyska verkætlan. Í ár stuðlar skótahjálpin Ælaboganum, orkestri teirra menningartarnaðu. Ein partur fer til eina verkætlan, sum hjálpir børnum uttanlands. Tann verkætlan skal á onkran hátt hava tilknýti til ein føroying, so skótahjálpin kann frætta aftur frá verkætlanini og tryggja, at pengarnir koma á rætta stað og verða brúktir rætt. Í ár fara pengarnir til útlendsku verkætlanina til ein skúla í eini indiskari bygd, sum føroyska listakvinnan Lisbeth Mortensen verður við til at seta á stovn.
Tann triði parturin av pengunum fer í ein hjálpargrunn, har pengar kunnu latast úr, tá onkur vanlukka hendir. Seinast pengar vóru brúktir úr grunninum, var til at stuðla ofrunum av flóðalduni í Teilandi.
Í ár er gjørt meir enn vanligt burturúr at greiða skótunum frá, hvat pengarnir teir savna inn fara til. Vanliga vera upplýsingar sendir út til skótaliðini, men í ár hava tey frá skótahjálpini verið og vitja ymisk skótalið, fyri at greiða frá um skótahjálpina. Lisbeth Mortensen vísti myndir úr India og greiddi frá um skúlaverkætlanina. Ælabogin spældi tónleik fyri skótunum, og Jan á Argjaboða, úr nevndini fyri skótahjálpina, greiddi skótunum frá um sjálva skótahjálpina.
Jan á Argjaboða vónar, at tað kann gera innsavningina størri, tá tey geva skótunum meira vitan um, hvar pengarnir teir savna fara, og hvørjum tað er teir hjálpa.
Samstundis er skótahjálpin í ár flutt, so hon liggur eitt sindur seinni um árið. Hetta var fyri at skótarnir kundu koma í gongd við virksemi, áðrenn skótahjálpin byrjar.
Tey undanfarnu 22 árini hava skótarnir í miðal innsavnað 120.000 kr. og metið var sett í 1984, tá skótarnir savnaðu 184.758 kr. Til samans hava skótarnir hesi árini savnað 2,64 milliónir krónur inn til vælgerandi endamál.
Skótahjálpin 2006 endar leygarkvøldið 28. oktober.