Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostlinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Har gjørdist hann fyrsti biskupurin, men varð fyribeindur umleið ár 75 av uppøstum heidningum. Hundadagarnir byrja 23. juli og halda teir á til 23. august.
Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008