Fólk svóvu í 23 húsum í eldgoshóttað býnum, Grindavík í nátt.
Hesi fólkini løgdu nógv fyri at sleppa at halda nýggjár í sínum heimbýi.
Hetta skrivar stóra íslendska blaðið, Morgunblaðið í dag.
Løgreglustjórin á Suðurnesi, Úlfur Lúðviksson sigur við Morgunblaðið, at kvøldið fyri 30. desember var gist í 30 húsum í Grindavík.
Vanliga íbúgvaratalið í Grindavík er 3.670 fólk, so tað eru bara nakrir fáir djarvir og treiskir grindavíkingar, ið hava hildið nýggjár í heimbýnum.